Tórsdagin 11. februar verður vindmyllulundin í Porkerishaganum handað SEV. Talan er um 7 vindmyllur við einum samlaðum mátti á 6,3 MW. Vindmyllurnar eru 45 metrar høgar og hava eitt veingjabreiðið, sum er 44 metrar.
Tað var annars í januar mánað í fjør, at farið varð undir at gera klárt til vindmyllulundina í Porkerishaganum, tá byrjað varð við vegagerðini niðan í Porkerishagan.
Farna summar varð farið undir at seta tær sjey vindmyllurnar upp og varð komið á mál við hesum seint í heyst. Síðani hevur verið eitt tíðarskeið við royndarkoyringum, har tað eisini hevur verið framleitt inn á el-netið í Suðuroynni.
Nú er royndartíðarskeiðið av og verður vindmyllulundin í Porkerishaganum handað SEV tórsdagin 11. februar.
Myndina tók Niels Jacob Eysturberg
Facebook viðmerkingar