IRF ment føroyska burturkasttrappu

IRF hevur gjørt eina føroyska burturkasttrappu við íblástri frá líknandi trappum úr Svøríki og Danmark. Eitt nú er burturkastfyriskipanin hjá ES grundað á hugsjónina aftan fyri burturkasttrappuna.

Burturkasttrappan vísir okkum, hvussu vit skulu handfara burturkast fyri at verja umhvørvið og fyri at leingja um livitíðina á virðismiklum tilfeingi. IRF arbeiðir støðugt við at flyta burturkastbólkar upp eftir trappuni, soleiðis at tilfeingið í burturkastinum í størri mun kann haldast í ringrás.

Trappa við fimm trinum

Burturkasttrappan hevur fimm trin: 1. Fyribyrging, 2. Endurnýtsla, 3. Endurvinning, 4. Orkuútvinning og 5. Tyrving. Tess longur upp tú kemur á trappuni, tess betri er tað fyri umhvørvið.

Trin 1: Fyribyrging

Tað allarbesta fyri umhvørvið er at fyribyrgja, at burturkast verður framleitt. Hetta gert tú við at vera tilvitað/ur um nýtsluvanar og innkeyp. Tú kanst t.d. velja at keypa góðskuvørur við longri livitíð heldur enn einnýtisvørur. Tú kanst keypa frá fyritøkum, ið hava eina skynsama og burðardygga framleiðslu, har spill í minst møguligan mun kemur fyri. Týdningarmest er tó at hugsa um bert at keypa tað, sum tú veruliga hevur brúk fyri, og í mest møguligan mun at nýta tað, sum tú hevur, ella møguliga læna frá øðrum.

Trin 2: Endurnýtsla

Tú kanst gleða onnur við at lata innbúgv, klæðir, byggitilfar v.m., sum tú ikki longur brúkar, til onnur at endurnýta. Endurnýtsla kann eisini vera, at lutir fáa eina nýggja funktión heima hjá tær sjálvum – t.d. tá ið plattarammur verða til blómukassar. Endurnýtsla sparir bæði tær og umhvørvinum tíð, tilfar, orku og pengar.

Trin 3: Endurvinning

Tá ið vit endurvinna burturkast, nýta vit tilfarið í burturkastinum til at gera nýggjar vørur. Eitt dømi um hetta er, tá ið trol verður endurvunnið og gjørt til nýggjar plastvørur. Tá verður tilfarið í burturkastinum nýtt umaftur, og á henda hátt verður tilfeingið hildið í ringrás.

Trin 4: Orkuútvinning (Brenning)

Tá ið burturkast verður brent, ber til at gagnnýta hitan frá brenningini til fjarhita. Tískil er betri at brenna burturkast enn at tyrva tað. Vit kunnu tó bert brenna burturkastið eina ferð, og tískil verður tilfeingið í burturkastinum ikki hildið í ringrás, tá ið vit brenna tað.

Trin 5: Tyrving

Niðasta trin á trappuni er tyrving, og hetta er, tá ið burturkastið verður grivið niður. Tá ið vit tyrva burturkast, fáa vit ikki gagnnýtt tilfeingið í burturkastinum. IRF arbeiðir tí við at flyta burturkastbólkar, sum í dag verða tyrvdir, upp eftir trappuni, soleiðis at tilfeingið í burturkastinum í størri mun kann haldast í ringrás.

Burturkasttrappan sum plakat

Ætlanin við burturkasttrappuni er m.a. at brúka hana sum undirvísingartilfar til skúlar, barnagarðar o.s.fr. Burturkasttrappan kann takast niður her ella bíleggjast sum plakat í A1 stødd á samskifti@irf.fo.

Facebook viðmerkingar