Faroe Islands Handball Cup ársins ítróttarátak 2020

Í august mánað í fjør varð Faroe Islands Handball Cup skipað á fyrsta sinni í Vági – við hondbólti í 3 dagar í Marghøllini í Vági. Umframt hondbólt var eisini hugni og samvera við javnaldrar á skránni – og høvdu teir fleiri enn 500 hondbóltsleikararnir nakrir framúr dagar í Vági.

Faroe Islands Handball Cup var í januar tilnevnt at verða ársins Ítróttarátak 2020 – og í kvøld varð Faroe Islands Handball Cup kosið ársins Ítróttarátak 2020.

Hjartaliga tillukku 🙂

Facebook viðmerkingar