TB vann 3-0 á FC Suðuroy í venjingardysti

Fcsuduroy.com : Leygardagin var fyrsti venjingardystir í 2021 á Eiðinum, har FC Suðuroy tók ímóti Betriliðnum hjá TB. Leikararnir hjá FC Suðuroy ruddaðu fríggjadagin vøllin fyri kava, soleiðis at spælast kundi í dag – og umstøðurnar at spæla vóru góðar, hóast eitt lítið lot av landsynningi.

TB byrjaði betur og trýsti høgt. Hetta trýstið førdi eisini við sær, at TB fekk ein góðan møguleika, tá uppspæl frá FC Suðuroy verjuni endaði hjá TB’arar í okkara vinstru síðu og hetta endaði við máli til 1-0.

TB hevði nakrar møguleikar afturat í fyrra hálvleiki, men Rani N. Johannesen í málinum hevði fleiri framúr bjargingar.

Fyrru helvt av seinna hálvleiki gekk sera javnt á millum liðini. FC Suðuroy spældi fult upp til TB og kom eisini fram til nakrar hálvar málmøguleikar. Í seinni helvt av seinna hálvleiki gjørdi FC Suðuroy fleiri útskiftingar, hetta broytti eitt sindur dystin og TB fekk tvey mál móti endanum av dystinum.

Dysturin endaði sostatt við 3-0 sigri til TB.

Facebook viðmerkingar