ARMSLONGD: Tá landsstýrismaðurin í fíggjarmálum á hendan hátt, og eftir egnum vali, kann seta tríggjar nevndarlimir fyri Landsbankan, er sera týdningarmikla armslongdarmeginreglan fullkomuliga horvin. Sum hoyringspartur frámæla 28 fakfeløg við umleið 15.000 limum – ið er meira enn helmingurin av føroysku løntakarafjøldini – upp á tað harðasta broytingina av Landsbankanum.
Í sambandi við hoyringina um broyting av Landsbankanum, hava 28 fakfeløg sent landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, soljóðandi hoyringsskriv:
Tórshavn, 12.02.21
Til FíggjarmálaráðiðAtt: Jørgen Niclasen, landsstýrismaður Tórshavn
Hoyringsskriv í samband við ætlaða lógarbroytingina um Landsbanka Føroya
Mikudagin 3. februar sendi Fíggjarmálaráðið (FMR) “Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya og Føroya Váðaráð” til hoyringar. Millum hoyringspartarnar eru Føroya Arbeiðarafelag og Starvsmannafelagið, ið hava vent sær til onnur fakfeløg í samstarvi um eitt felags hoyringsskriv.
Niðanfyrinevndu fakfeløg fevna um á leið 15.000 løntakarar, ið svarar til meira enn 50% av føroysku arbeiðarafjøldini.
Uppskotið er stutt og snýr seg í høvuðsheitinum um broytta nevndarsamanseting, og broytta mannagongd fyri vali av nevnd og avtøkuna av stovnsfæi Landsbankans.
Í uppskotinum frá FMR stendur, at nevndarlimatalið skal lækkast frá sjey limum niður í tríggjar limir. Grundgevingin fyri hesum er, at ein nevnd við einans trimum limum kann arbeiða skynsamari og betri. Umframt verður sagt, at mannagongdirnar verða lættari, og at tað verður skjótari at taka neyðugar avgerðir.
Okkum vitandi, hevur tað ikki verið ein trupulleiki hjá nevndini at arbeiða skynsamt og at taka skjótar avgerðir, so tað má liggja okkurt annað undir hesi avgerð. Onnur grundgeving fyri at minka nevndina er nevndarsamsýningin. At lækka nevndarlimatalið kann sýnast at lækka samlaðu samsýningina, men tá ið havt verður í huga, at minna nevndin skal taka sær av landsbanka- og búskaparráðsuppgávum, verður samlaði kostnaðurin av nevndini neyvan lægri, tá ið samanum kemur.
Her er eisini vert at leggja afturat, at fakliga spennið og spennið av uppgávum, sum ætlaði nýggi Landsbankin skal taka sær av, trupult kann verða nøktað av einans trimum nevndarlimum. Hetta undirstrikar, at ein lækking av nevndini til einans at fevna um tríggjar limir skjótt kann gerast ein trupulleiki og vil lækka fakligu ambitiónirnar og fakligu breiddina munandi. Harvið verður trupult hjá nevndini, at veita leiðsluni nøktandi mótspæl.
Júst tað breiða spennið, sum Landsbankin sambært lóg er settur at taka sær av ger, at nevndin í Landsbankanum als ikki kann samanberast við nevndina í Bústøðum og Realinum. At hesir stovnarnir hava einans tríggjar nevndarlimir, kann tí ikki verða grundgevingin fyri, at lækka nevndina í Landsbankanum heilt niður í tríggjar limir eisini.
Seinastu 3-4 árini hevur Landsbankin verið væl sjónligari enn áður. Sum uttanfyristandandi eygleiðarar er sjónligt fyri okkum, at Landsbankin hevur havt sum mál, at veita greiða, álítandi og ikki minst óhefta kunning um búskaparligu støðuna í landinum. Tað er ein sannroynd, at hetta hevur hepnast, men tað er ikki uttan orsøk.
Hátturin nevndin hevur verið vald uppá, sambært verandi lóg um Landsbankan tryggjar, at ein breiður skari av felagsskapum í samfelagnum hava tilnevnt limir til nevnd landsbankans. Hesin skari hevur, umframt FMR, fevnt um arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar í breiðari merking, Kommunufelagið og Fróðskaparsetrið. Júst hesin háttur at velja nevndarlimir hevur havt týdning, tí tá umboðar nevndin at kalla allar partar í samfelagnum, ið hava viðkomandi áhugamál í at tryggja fíggjarligt støðufesti og hallgóða fíggjarliga stýring av landinum.
Eins týdningarmikið er, at hendan breiða umboðanin í nevndini tryggjar, at Landsbankin kann virka sum ein óheftur og álítandi stovnur, við týdningi fyri búskaparligu Føroyar.
Uppskotið broytir lógina soleiðis, at landsstýrismaðurin kann fáa uppskot til nevndarlimir. Herumframt er skarin av leikarum í samfelagnum, sum nú kunnu verða spurdir, nógv smalri. Tá landsstýrsismaðurin í fíggjarmálum á hendan hátt, eftir egnum vali, kann seta tríggjar nevndarlimir, er sera týdningarmikla armslongdar meginreglan fullkomuliga horvin. Hetta er átaluvert og vit sum hoyringspartur vilja uppá tað harðasta frámæla hesum.
Hesin háttur at velja nevndarlimir vil samstundis niðurbróta tað óheftni, sum Landsbankin seinnu árini, eftir okkara meting, hevur uppbygt. Í og við at Búskaparráðið, sum vit kenna tað í dag, samstundis verður tikið av. Hetta ger, at trupulleikin við óhefti og armslongd verður enn størri.
Tað vil vera ein smeitur fyri eitt samfelag av okkara stødd, at ein óheftur fíggjarligur stovnur, ið hevur til endamáls at tryggja fíggjarligt støðufesti, at greina føroyska búskapin og at koma við eygleiðingum, soleiðis verður niðurlagaður til ein politiskt heftan stovn, ið bert umboðar ein sera smalan part av føroyska samfelagnum.
Vit ynskja eitt støðufesti á hesum øki, har lagt verður í fasta legu hvørjir partar av samfelagnum skulu verða umboðaðir. Hetta so, at tað ikki verður tengt av hvør samgonga situr við valdið. Somuleiðis ynskja vit at fáa greiði á hvussu verður við stovnsfæi Landsins. Í løtuni sýnist tað fyri okkum eygleiðarar, at verða manglandi gjøgnumskygni og opinleiki um hvat, man frá landsins myndugleikunum ætlar.
Vit sum hoyringspartur, umboðandi uml. 50% av føroysku arbeiðarafjøldini, vilja tí staðiliga heita á Landsstýrismannin um at halda fingrarnar burtur frá verandi løgtingslóg um Landsbanka Føroya.
Sagt verður frá hesum.
Vinarliga undirritaðu fakfeløg:
Akademikarafelag Føroya (5 feløg)
Ergoterapeutfelagið
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Felagið Radiografar í Føroyum
Føroya Handverkarafelag
Føroya Lærarafelag
Føroya Pedagogfelag
Føroya Skipara og Navigatørfelag
Føroya Verkfrøðingafelag
Fysioterapeutfelag Føroya
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Havnar Handverkarafelag
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsurøktarafelagið
Landsfelag Handverkanna
Ljósmøðrafelag Føroya
Maskinmeistarafelagið
Samtak (4 feløg)
S & K Felagið
Starvsmannafelagið
Yrkisfelagið Miðnám
Facebook viðmerkingar