Í døgunum 18. – 20. februar 2021 verður tónleikakappingin Stella Polaris í Hátúni í Tórshavnar Musikkskúla á Landavegnum.
66 børn og ung luttaka í trimum aldursbólkum, og hettar er hægsta luttakaratal síðani kappingin fór av bakkastokki fyrstu ferð í februar í 2014.
Kappingin hevur til endamáls at geva ungum evnaríkum tónleikarum, ið spæla klassiskan tónleik, rásarúm og at seta sjóneykuna júst á hetta økið.
Kappingin ynskir soleiðis at geva sítt íkast til føroyska mentanarlívið, at vísa evnaríkum ungdómum størri ans, at vera fyrimynd fyri onnur ung, at staðfesta skapanargleði, menning og dygd og at stimbra áhugan fyri klassiskum tónleiki sum heild.
Skráin fyri kappingina:
Hósdagin kl 10 byrjar kappingin við aldursbólkinum upp til 13 ár og kl 17.00 er virðislønarhandan. Í aldursbólkinum eru 29 uttakarar.
Fríggjadagin byrjar kappingin í aldurbólkinum 14 til 18 ár kl 09.30 og Kl 17.00 er virðislønarhandan. Í aldursbólkinum eru 28 uttakarar.
Leygardagin byrjar kappingin í aldurbólkinum 19 til 24 ár kl 12.00 og Kl 17.00 er virðislønarhandan. Í aldursbólkinum eru 9 uttakarar.
Í dómsnevndini vera fimm dómarar, ið skulu meta um avrikini hjá luttakarunum. Í dómsnevndini eru Páll Sólstein, høvuðsdómari. Eyðun á Lakjuni, tónleikagreinin í breiðari merking. Heiðrun Petersen, umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla. Jógvan Zachariassen, umboð fyri áhoyrarin. Hans Petur í Brekkunum, umboð fyri Føroyar Symfoniorkesur.
Tað er musikkskúlanevnd Tórshavnar Musikkskúla sum stendur fyri kappingini og Johan Hentze samskipar.
Betri er høvuðsstuðul hjá Stella Polaris 2021.
Facebook viðmerkingar