Ein drúgvur túrur í Suðuroynni hjá G10a

G10a hava verið í Suðuroynni og spælt dystir í vikuskiftinum. Tær spældu ímóti Neistanum og vunnu 7-6 og síðani ein javnleik ímóti VB 8-8, skrivar Stíf á heimasíðuni.

Á veg á krambatanga fekk ferðalagið at vita, at Smyril ikki sigldi norð aftur leygarkvøldið vegna veður. Næsti túrur bleiv ikki fyrr enn kl. 14.00 sunnudag, vóru boðini. So at ringja og finna út av hvat og hvussu. Tey sum ikki høvdu aðra loysn, hava sovið umborð á Smyrli, genturnar hava hugna sær við slikki og spølum, og páparnir við fótbólti á skýggjanum. Eisini fingu tey fínan morgunmat í morgun. Fyri at “drepa tíð” hava tey í dag verið í marghøllini í Vági og spælt FANTASTISKT!

G10a ferðalagið er komið heimaftur og kunnu gleða seg til 13.mars, tá tey skulu suđur aftur til Vágs at spæla hondbólt.

Facebook viðmerkingar