Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum sendir nevndarlimir til hús fyri at spara pengar. Men okur vita, at har er ongin sparing yvirhøvur. Er endamálið ikki bara at kippa allar kritiskar røddir og samstundis geva ryggklapparunum eina rødd – fyri almenna nevndarsamsýning?
Jørgen Niclasen er í løtuni í ferð við at kippa Landsbankanevndina og Búskaparráðið. Hann grundgevur við, at tað er fyri at spara í almennum nevndum. Men tað er eyðsæð fyri ein og hvønn, at her er ongin sparing yvirhøvur.
Samstundis sum Jørgen Niclasen tveitir nakrar nevndarlimir í Landsbankanevndini á vestfallið, noyðist hann at hækka játtanina til Landsbankan, tí Landsbankin frameftir eisini skal virka sum skrivstova hjá Búskaparráðnum. Til hetta krevst játtan til at seta fleiri starvsfólk, vísir stjórin í Landsbankanum á. Harafturat vita okur, at meðan Jørgen Niclasen reypar fyri skattgjaldarunum um, at hann blakar almennar nevndarlimir til hús, so liggur eitt uppskot frá sama flokki í tinginum í skrivandi stund, har tað verður mælt til at seta tveir nevndarlimir afturat í nevndina fyri Bústaðir. Nevndin í Bústøðum hevur verið mannað við trimum nevndarlimum frá byrjan, og sambært Bústøðum er ongin orsøk til at seta fleiri fólk í nevndina.
Tá landsstýrismaðurin soleiðis minkar og víðkar nevndir uttan himpr og haldgóðar grundgevingar, so kann mann ikki lata vera við at seta spurnartekin við, hvørji áhugamál liggja aftanfyri?
Kann tað hugsast, at Jørgen Niclasen (sum hevur undirskot á fíggjarlógini, so skjótt hann sleppur til kassan) er áhugaður í at kippa røddirnar, sum vísa á, at hann førir ábyrgdarleysan fíggjarpolitikk?
Og kann tað hugsast, at Jørgen Niclasen (sum hevur gingið á odda fyri, at privatar fyritøkur skulu vinna pening burtur úr bústaðarneyðini hjá fólki) vil hava síni fólk inn í nevndina í Bústøðum?
Nei jeg spyrji bara. Tí grundgevingarnar halda ikki.
Hvat gert tú Jørgen?
Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag
Facebook viðmerkingar