Nýggj nevnd tikið við í SEV

Á eykaaðalfundi í SEV fríggjadagin 19. februar 2021 varð nevndin mannað av nýggjum, og hesir vórðu valdir:

Kári Johansen, Tórshavn, Sune Jacobsen, Vágar, Sonni L. Petsern, Eysturoy, Oddmar á Lakjuni, Norðoyggjar, Poul Klementsen, Sandoy, Haraldur S. Hammer, Norðstreymoy, og Niclas Hentze, Suðuroy.

Nevndin skipaði seg eftir fundin við Kára Johansen sum formanni og Haraldi S. Hammer sum næstformanni.

Hesir vórðu valdir varalimir: Terje B. Vestergaard, Eysturoy, Tróndur Sigurðsson, Tórshavn, Jens Gaardlykke, Vágar, Atli S. Justinussen, Norðoyggjar, Hallmar Winther, Sandoy, Arnbjørn í Smiðjuni, Suðuroy, Trúgvi Kalsoy, Norðstreymoy.

Kommunurnar í Føroyum eiga SEV, og umboð fyri kommunurnar manna nevndina í SEV. Nevndin situr í fýra ár, og verður mannað av nýggjum eftir hvørt kommunuval.

Facebook viðmerkingar