Virkin Vágur var eitt heilsuátak, sum Vágs kommuna saman við Fólkaheilsuráðnum, ítróttarfeløgum og einstaklingum skipaði fyri í februar 2021. Heilsuátakið var bygt uppá grundarsteinarnar í ABC-verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, sum er; ver virkin, ver saman og ver hugbundin. Endamálið við Virkin Vágur var, at seta sjóneykuna á kropsligu- og sálarliguheilsuna hjá borgarum í kommununi, og at átakið skuldi koyra í ein heilan mána.
Virkin Vágur var samansett av heilsufremjandi tilboðum sum longu vóru í Vági og av nýggjum tilboðum og tiltøkum, sum blivu ment til átakið av ítróttarfeløgum, einstaklingum og kommununi. Nú februar mánið er lokin so kann vísast á, at heili 65 almenn heilsufremjandi tilboð og tiltøk vóru. Luttøkan til øll tilboðini og tiltøkini hevur verið sera góð, í nøkrum føri langt yvir tað, sum vænta varð. Sum fyriskiparar høvdu okur trupult at áseta, hvat okur væntaðu og hvat móttøkan av Virkin Vágur fór at vera. Sum dømi kann nevnast tiltakið, har Fólkaheilsuráðið bjóðaði øllum at viga seg, máta BMI og feittprosent. Okur vóru sera varðin at seta eitt tal av luttakarum á fyri at okur kundu meta tiltakið sum væl eydna. Borgarstjórin var nøgdur um 40 komu. Tað komu 180 fólk, harav 27 frá øðrum kommunum. Tvs. at áleið 14% av íbúgvunum í kommununi yvir 18 ár vigaðu og máldu BMI og feittprosent. Sigur Magnus Pauli West, fyriskipari.
Heilsuátakið skapti eisini ein serliga góðan hýr í millum borgarar í kommununi. Fólk tóku Virkin Vágur til sín og gjørdu tað til sítt egna. Nøkur settu sær mál, t.d. at ganga 80 km í februar, nøkur vildu luttaka á so nógvum tilboðum, sum gjørligt, og nøkur settu sær fyri at verða eitt sindur meira virkin í gerandisdagnum, enn tey vóru í januar. Nakrir stovnar og nakrar fyritøkur tóku eisini Virkin Vágur til sín og eggjaðu til meira rørslu í dagtímunum. Og hettar hevur havt jaliga ávirkan á heilsuna. Okur hava hoyrt um fólk, sum hava blaka nøkur kilo av sær. Somuleiðis hava okur hoyrt frá heilsumiðstøðini, at tey hava merkt mun á borgarum, meðan Virkin Vágur hevur koyrt. Alt hettar gleðist kommunan um.
Tað sum eydnaðist so væl við Virkin Vágur var, at okur raktu ein sera breiðan bólk av borgarum. Øll kundu verða við og okur settu ongin krøv ella væntanir til hvønn einstakan borgara. Okur vildu bara vísa á, at í Vági eru nógv góð heilsufremjandi tilboð og at tað skal ikki so nógv til, fyri at verða meira virkin og fáa tað betur kropsliga og sálarliga. Jeg haldi, at okur gott kunna siga, at vágbingar hava verið virknir, verið saman og verið hugbundnir í ein heilan mána, sigur Magnus Pauli West.
Borgarstjórin er eisini fegin. “Síðan 1. februar hevur Virkin Vágur verið ein partur av gerandisdegnum hjá einum stórum parti av Vágbingum. Undirtøkan hevur verið sera góð og fólk hava eggja hvørjum øðrum, at gera eitthvørt rørðsluátak. Eisini hava lokafeløgini verið virkin við at fáa fólk at røra seg, t.d er flogbóltur farin í gongd aftur, eftir at hava ligið í dvala í nøkur ár. VB skipaði fyri heilsuhondbólti, sum er eitt nýtt átak, og Vágs Kappróðrarfelag skipaði fyri inniróðri í hugnaligu hølinum hjá felagnum. Fólk úr øðrum bygdum í Suðuroynni hava eisini tikið Virkin Vágur til sín og verið við í teimun átøkum sum feløgini í Vági hava skipa fyri.”
Virkin Vágur heldur fram!
Nógv hava víst á, at tey ynskja at Virkin Vágur heldur fram. Og hettar ynski vil býráðið lúka. Vágs Kommuna fer komandi tíðina, at skipa fyri fleiri heilsuátøkum, sum eru til frama fyri Vágbingar. Tað er ein liður í ætlanini hjá Vágs Býráð, at fáa fólk hugsa um heilsuna og verða meir virkin. Sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri. Arbeitt verður nú við, hvussu vit taka Virkin Vágur víðari. Endamálið verður framvegis at seta sjóneykuna á heilsuna hjá borgarum og vísa á øll heilsufremjandi tilboðini í kommununi. Samstundis verður arbeitt við at menna tiltøk, har heilsan er í miðdeplinum.
Takk til tykkum øll sum hava gjørt, at Virkin Vágur hevur verið so væl lýst á sosialu miðlunum, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Facebook viðmerkingar