Sum liður í Umhvørvisvikuni á Tvøroyri, fer nú at bera til hjá borgarum í Tvøroyrar kommunu, at skriva seg upp til eina leiguveltu.
Í skrivandi stund eru 12 veltir tøkar undir Heygnum, á matr. nr. 524a og 524c, ið Tvøroyrar kommuna eigur. Ætlanin er, at borgararnir skulu hava møguleika til at velta eitthvørt til matna á økinum. Tað, at velturnar liggja lið um lið, ger, at fólk kunnu koma hvørjum øðrum við, samstundis sum okkurt áhugavert fæst burturúr.
Velturnar verða uppmerktar og á leið eins stórar. Kommunan syrgir fyri uppmerkingini, meðan leiðarin sjálvur tekur sær av veltingini og øðrum neyðugum arbeiði.
Kostnaðurin er 100,- kr um árið og søkjast kann um veltu, við at skriva til tvoroyri@tvoroyri.fo. Leigusáttmáli verður gjørdur millum leigara og Tvøroyrar kommunu. Vit hava tørv á navni, bústaði, telefon og teldupostadressu. Freistin at melda seg til, er fríggjadagin 9. apríl kl. 12:00. Tey fyrstu 12 at bíleggja, fáa velturnar.
Kelda: Tvøroyrar kommuna
Facebook viðmerkingar