Vágs Kappróðrarfelag heiðraði rógvarar

Rógvarar hjá Vágs Kappróðrarfelag hava í vetur luttikið í innandura kappingum, m.a. í innandua Grand Prix kapping leygardagin.

Fleiri av rógvarunum komu suðuraftur við heiðursmerkjum og harumframt gjørdist Teitur Borg Brattaberg eisini Føroyameistari, umframt at vinna gull í sínum Grand Prix bólki.

Nóa Rúnason vann gull í sínum Grand Prix bólki og Silja T. Hjaltadóttir gjørdist nummar tvey í sínum bólki.

Á samkomu leygarkvøldið flutti Rógvi Kærbech, formaður í Vágs Kappróðrarfelag fram røðu, og takkaði øllum rógvarunum, og Vágs kommuna lat teimum eisini gávur.

Á myndini eru frá vinstru Silja T. Hjaltadóttir, Nóa Rúnason og Teitur Borg Brattaberg..

Facebook viðmerkingar