Alt meðan páskaliljurnar bróta seg upp eftir vetursins hørðu stormar og kulda og øll náttúran er við at vakna úr dvala, koma boðini um, at vinurin Dan ikki var millum okum longur. Og tað kennist tungt at seta seg við knappaborðið at skriva eitt minningarrit um javnaldran og vinmannin Dan Joensen, sum nú so knappliga var rivin burtur úr hesum heimi.
Dan vaks upp vesturi í Bø, og var hetta eitt paradís hjá óvitum at vaksa upp í. Her var Gjógvará, sum hvønn dag varð vitja av okum óvitum og ja, eisini hálvvasknum drongjum, sum vóru væl eldri enn okur. Her var Sandurin, har okur sum óvitar speldu ein stóran part av árinum og so var tað Laksá og Vatnið. Her var gott at vaksa upp og frá óvitaárum hildu okur saman, teir sum búði vestast í bygdini og teir sum búði vestanfyri Hvanndalsá.
Dan kom at ganga í skúla ein klassa yvir mær og hann var ½ ár eldri enn eg, hetta bar so eisini við sær, at hann longu í 1969 fór til Grønlands við Peturi á Gørðunum. Nakað seinni fór Dan at sigla við einum av Kronprinsunum og hesa tíðina var eg við norskum línibáti á Flemmish Cap og í Grønlandi og okur hittust fyrst aftur til jólini í 1972.
6. jan í 1973 fóru eg, Ingi á Gaddi, Jacob hjá Kalinum og Axel hjá Ingvard í sama farti yvir á Finnmørkina, at fiska við ísfiskatrolarum. Í Maj mánaða sama árið, komu Dan, Dan-Arni, Lars hjá Kristini, Pauli hjá Johannu, Niels hjá Juliu og Kristian Vestergaard yvir á Finnmørkina. Stutt eftir meinslaði Kristian seg í hondina og hansara tíð í Noregi varð stokkut. Niels hjá Juliu fórst sum ungur maður, tá hann kom illa til skaðis umborð á trolaranum hann sigldi við, og Dan-Arni doyði umborð á trolara í Noregi fyri áleið 10-12 árum síðani. Lars og Pauli búgva ávíkavist í Honningsvåg og Hammerfest enn.
Dan bleiv forlovaður og síðani giftur í Noregi og hann og Lillian fingu 3 børn saman Linda, Andreas og Yngvar. Hann búði í Kabelvåg í Lofoten og seinni í Bodø.
Meðan børnini vóru smá, legði Dan seg á landi og eina tíð koyrdi hann buss millum Kabelvåg og Svolvær uppi í Lofoten. Men hansara hugur, sum hjá so mongum føroyingi, stóð til havið og tað sum havið kundi kasta av sær. Hann og beiggjar hansara fingu sær skip, sum varð uppkallað eftir dóttrini og nevndist Lady-Linda. Seinni keyptu teir gamla South Island og so keyptu teir flotta trolarin “Bessa” úr Íslandi í ár 2000. Hetta var eitt sera nossligt og gott skip. Men tíðirnar fyri rækjuskipini gjørdist strævnar við tað, at rækjuprísirnir fóru í botn og at vit blivu útilokaðir av ytstu rækjumiðunum við New-Foundland. Seinni var skipið yvirtikið av Ásmund Justinussen o.ø. og tað fekk navnið “ Havborg” , men Dan og Johannes vóru bidnir um at reka skipið víðari. Og at hoyra tey orð, sum Ásmundur hevði at siga um teir báðar, við jarðarferðina hjá Dan, eru prógv um, at teir gjørdu sítt arbeiði til fulnar.
Dan gjørdist illa sjúkur fyri fleiri árum síðani. Hann varð skorðin fyri búkspýtskertulin og hann var eisini lagdur undir skurð og skifti fleiri æðrar út til og frá hjartanum, men hann gjørdist frískur aftur og lá ikki longi á lætu síðini. Sum hann segði “tá eg ikki meir kann dríva sjógvin, so má eg liva av onkrum øðrum”. Og so varð. Hann fór at arbeiða sum meklari bæði fyri keyp og sølu av trolarum, rækju verksmiðjum og annað og hansara størsta arbeiðsøkið var Russland, har hann eisini bleiv kendur sum ein góður maður fyri teir. Eisini gjørdist hann sølumaður fyri Vónina og havi eg skilt, at hetta kom væl við, tá tað snúði seg um Noregi og Russland. Eisini hjálpti hann okkum á Rock við ymiskum, tó ikki beinleiðis, tí hann var bundin av einum sáttmála, men óbeinleiðis hjálpti hann okkum nógv. Øll árini meðan hann var í Noregi, høvdu okur samband hvør við annan og nú hesi seinastu árini hava okur verið somu vinir, sum tá okur vóru ungir.
Hann longdist alla tíðina heim aftur til gøturnar við Gjógvará og til tað fólk sum her búleikaðist og knappliga keypti hann sær húsini hjá Pollinum. Og hetta hús hevur hann umbygt til einki minni enn eitt slott, har hann veruliga treivst saman við vinum sínum.
Okur báðir høvdu nógv saman sum ungir og okur báðir høvdu eisini nógv saman, eftir at hann var byrjaður at reiðrast aftur vesturi í Bø. Hann kom at sigla við Johannu TG 326 fleiri túrar til Oyggjarnar sunnanfyri okkum og Skottland eisini. Ein túr vóru okur ígjøgnum Kaladonien Kanalina og uppi á Loch Ness vatninum, og her treivst Dan sera væl, við at standa við stýrisvølin. Hvør fríløta umborð, varð brúkt til sang og spæl á fleiri harmonikkur, meðan Dan spældi sín guittar. Hesar túrar var Dan serstakliga glaður fyri og hann spurdi meg fleiri ferðir, her í vetur, um okur ikki skuldi taka tjansin og fara ein túr til Skottlands í summar, men so skuldi ikki verða, tí knappliga broyttist alt, tá Dan byrjaði at kenna sær okkurt ófrættakent í rygginum. Hann varð sendur til Danmarkar og so sum hann altíð var, so segði hann at hann var vorðin frískur aftur, tá hann kom heim. Men tað mein hann hevði fingið, vildi alt ørðvísi og nú sóu okur, at tað gekk niður á bakka, sjálvt um hann sjálvur bara læt væl at. Ja tey síðstu orðini hann segði, tá okur skiltust fyri síðstu ferð, vóru hesi: “Hans eg havi klárað so nógv, sum var verri enn hetta, so hetta fari eg eisini at klára, tað er bara at fáa tað yvirstaðið.” Men restina kenna okur øll, Dan fór til Havnar og stutt eftir kom hann suður aftur í einum hvítum kassa.
Gott var, at børn hansara náddu at síggja og samskifta við hann, áðrenn hann legði eyguni saman, í tí trúgv, at hann 3-4 dagar seinni skuldi vekjast aftur frá resperatorinum, frískur! Soleiðis var hann ongantíð negativur og trúði til síðsta sekund, at hetta fór hann eisini at klára.
Til tykkara Linda, Andreas og Yngvar, tykur hava mist ein raskan og sera klókan pápa, sum var góður við tykum og snakkaði altíð um tykum. Hann var eisini sera stoltur av tykum, tað gav hann til kennar hvørja ferð okur vóru saman. Og tað gleddi meg at hoyra, at tykur veruliga kenna tykkum sum Føroyingar og at tit í hjarta og sinn hava sterkar kenslur fyri Føroyska partinum av tykkum sjálvum. Má Harrin signa tykkum og verða ein styrkur, nú tit hava mist tykra pápa. Brøðurnir Johannes, Andre og Alvin, tykur hava mist fyrimynd tykra, tann elsta beiggjan og tú Diddan, tú hevur mist tí elsta son, má Harrin styrkja tykum í djúpu sorg tykra, hann var positivt innstillaðar til tað síðsta og hann var alt ov ungur at fara frá okum.
Við djúpastu samkennslum HíL
Facebook viðmerkingar