Føroyingar spardu upp og gjørdu íløgur
Føroysku húsarhaldini spardu umleið 600 mió. kr. upp í føroysku peningastovnunum í 2020. Hetta er í tráð við gongdina, sum hevur verið seinastu árini. 2020 var eitt øðrvísi ár orsakað av koronafarsóttini, og tí er vert at leggja til merkis, at farsóttin hevur havt lítla ávirkan á uppsparingarmynstrið hjá føroyingum.
Ein broyting var tó, at munandi fleiri íløguhandlar vórðu gjørdir í 2020 enn í 2019. Betri Banki hevur fleiri ferðir víst á, at tað er ein møgulig loysn at gera íløgur í virðisbrøv í mun til at hava pening standandi á kontu til lítla, onga ella negativa rentu.
Vøkstur í fíggingum kring landið
Bankin leggur dent á at fíggja um allar Føroyar, og hetta sæst aftur í útlánstølunum fyri 2020.
Samlaði vøksturin í nýggjum útlánum var nøkulunda tann sami í økjum uttan fyri Tórshavn, sum hann var í Tórshavn.
– Tað er av stórum týdningi fyri okkum at fíggja um allar Føroyar, og tí er gleðiligt at síggja, at vit røkka um alt landið við okkara fíggingartænastum, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka.
Serliga sást, at fleiri føroyingar velja realkredittlán sum fíggingarmøguleika, har møguleiki eisini er við fastari rentu. Vøksturin var lutfalsliga stórur í 2020. Hetta lánislagið vaks við nærum 15% ella knøppum 200 mió. kr.
Eggja føroyingum til at gera grønar íløgur
Í 2020 lækkaði bankin rentur á grønum lánum. Hetta merkir, at kundar, sum vilja gera orkuvinarligar umvælingar ella læna pening til grøn akfør, fáa ágóðan av eini lægri rentu.
Eftirspurningurin eftir umhvørvisvinarligum loysnum er stórur, og tí leggur bankin dent á at gera tað ómakaleyst hjá føroyingum at taka lán til hetta endamálið.
Góð útlit, hóast einstakar vinnur eru hart raktar
Hóast koronafarsóttin ikki er hæsað av, tykjast útlitini bjartari, nú byrjað er at koppseta, og tamarhald er á smittuni í Føroyum.
Eyðsæð er, at einstakar vinnur í føroyska búskapinum eru harðari raktar enn aðrar vinnur. Hesar vinnurnar hava hórað undan við hjálp frá eigarum, peningastovnum, og eitt nú hjálparpakkum. Váðin er framvegis lutfalsliga høgur í hesum vinnum.
Tí hevur bankin sett umleið 60 mió. kr. av móti møguligari ávirkan, sum koronafarsóttin kann hava við sær.
Samanumtikið verður tó mett, at færri váðar eru at síggja í 2021 samanborið við 2020, tí tað er sannlíkt, at gerandisdagurin er vorðin vanligari í seinnu hálvu av 2021.
Árið í stuttum:
· Ársúrslitið: 90,5 mió. kr.
· Úrslitið áðrenn skatt: 110,3 mió. kr.
· Fíggjarstøðan javnvigar við 10.058 mió. kr.
· Útlán: 6.414 mió. kr.
· Innlán: 8.057 mió. kr.
· Eginpeningur: 1.813 mió. kr.
· Solvensurin við árslok er 29,5%
Facebook viðmerkingar