Skúlabørn í Vágs skúla syngja í hesum døgum ymisk støð í bygdini við tí endamáli at savna pening inn fyri Krabbameinsfelagið.
Talan er um 1. 2. 3. Flokk og Lonina, umleið 70 børn og vaksin.
Byrjað varð týsdagin 16. mars, har vit vitjaðu Orðið á Borðið í Frelsunarherinum í Vági. Tórsdagin fara vit niðan á Eldrasambýlið , og fríggjadagin vitja vit fleiri støð, og enda uttanfyri Miðlatún kl 10.30, har møguleiki verður fyri øll at lurta og stuðla, siga tey úr Vágs Skúla.
Facebook viðmerkingar