FC Suðuroy til Runavíkar leygardagin

FC Suðuroy skal leygardagin til Runavíkar, har NSÍ tekur ímóti. Bæði liðini hava í fyrstu umførunum vunnið ein dyst og spælt ein dyst javnan.

FC Suðuroy spældi í 1. umfar javnleik 1-1 á heimavølli ímóti B36 og vann í 2. umfari 2-0 ímóti KÍ í Klaksvík. NSÍ vann 2-0 á heimavølli ímóti Víkingi í 1. umfari og spældi javnleik 2-2 á útivølli ímóti AB í 2. umfari.

Dysturin við Løkin í Runavík verður kl. 18.30 leygarkvøldið.

Facebook viðmerkingar