Bestu liðini í fótbólti hjá TB og FC Suðuroy vóru fyri stórtapi leygardagin.
Í Betrideildini tapti TB 0-5 á heimavølli ímóti KÍ, meðan 1. deildarliðið hjá FC Suðuroy tapti 2-7 ímóti NSÍ í Runavík.
Orsaka av at landsdystir eru á skránni um Páskirnar, so verða ikki dystir aftur í Betrideildini fyrr enn 5. apríl, meðan næsta umfar í 1. deild er Skertisdag, 1. apríl.
1. apríl tekur FC Suðuroy ímóti oddaliðnum í 1. deild, Skála. TB tekur mánadagin 5. apríl ímóti B36.
Facebook viðmerkingar