Gjøgnum veturin hava eini 12-14 ungdómar vant reguliga innirógving í nýggja neystinum hjá Vágs Kappróðrarfelag. Umstøðurnar eru framúr góðar og sæst hetta eisini aftur í úrslitunum hjá rógvarunum. Rógvarnir hava vunnið fleiri medalju pláss bæði í føroysku kappingini eins og í donsku og norðlendsku innirógvikappingini, sum hava verið hildnar online í ár.
Sum tøkk til Vágs Kappróðrarfelag skipaðu rógvarnir og foreldur teirra fyri stuðulsrógving til frama fyri tí nýggja neystinum fyri 14 døgum síðani. Tiltakið eydnaðist sera væl, rógvarnir róðu uml. 32 km og savnaðu omanfyri 42.000,- til felagið.
Rógvarar og foreldur takkað hjartaliga fyri stuðulin, sum verður nýttur til nýggjan køk í neystinum.
Facebook viðmerkingar