Kunningarstovunar hava sett sær fyri, at tiltøk í Føroyum verða savnaði á heimasíðuni Whatson.fo. Við at savnað øll tiltøk á einum stað, so gerst tað lættari hjá fólki at kunna seg um, hvat hendir ymsa staðni í Føroyum. Eisini er Whatson.fo eitt gott, ókeypis stað at marknaðarføra ymsu tiltøkini til ein breiðan kundaskara. Kunningarstovurnar í Suðuroy leggja nógva orku í Whatson.fo og royna at savnað tiltøkini í Suðuroy á heimasíðuni. Í dag hevur Suðuroyggin eitt fjøllbroytt og rúgvimikið úrval av tiltøkum teir komandi mánaðarnar. Fram til 1. juni eru í verandi løtu 49 tiltøk skrásett at verða í Suðuroy á Whatson.fo, og talið økist.
Kunningarstovunar halda fram við hesum arbeiðið, men heita inniliga á fyriskiparar um at brúka Whatson.fo ella kunna kunningarstovurnar um tiltøk, soleiðis at øll tiltøk verða lýst á Whatson.fo. Ynskiligt er eisini, at tiltøkini koma skjótast gjørligt út, soleiðis at tey verða lýst í góðari tíð, og harvið er møguleiki størri at fleiri síggja tiltakið.
Kunningarstovunar hava t-post: info@vagur.fo og info@tvoroyri.fo, og eru altíð til reiðar at hjálpa og vegleiða.
Facebook viðmerkingar