Gongur tú og hugsar um, at bjóða fólk inn til tín at eta, t.d. skipa fyri Heimablídni ella rekur tí eina lítla kaffistovu? Á Húsarhaldsskúla Føroya í Klaksvík verður eitt skeið innan matvørureinføri /matvørutrygd. Skeiðið verður 16. apríl frá kl. 9.00 til 16.00.
Hevur tú skil á bakterium, hvussu umgangast við mateitran, hvussu leingi heldur matur sær og hvussu hita og køla vit matin niður. Málið við skeiðnum er at geva luttakarum grundleggjandi og nýtiligan førleika innan matvørutrygd.
Undirvíst verður um:
- Grundleggjandi fatan av matvørureinføri
- Bakteriur (hvussu spreiðast og nørast tær)
- Hitaviðgerð, niðurkøling og køling av mati
- Reinføri í samband við matgerð, matvørur og amboð
- Persónligt reinføri
- Innaneftirlit
Skeið fyri fólki, sum veita ella ætla at veita mat til ferðafólk í egnum heimi – Heimablídni. Rekur tú eina lítla kaffistovu ella annað viðkomandi, ert tú eisni vælkomin at melda teg til skeiðið.
Undirvísari: Johanna Á Tjaldrafløtti
Kostnaður: Nú 800 kr. (vanliga 1.600,-) íroknað er matur og tilfar.
10 pláss eru tøk og seinasta freist at melda til er 29. mars.
Tilmelding á: alda@visitfaroeislands.com
Facebook viðmerkingar