Fríðbjørg Joensen Poulsen úr Sumba heiðursløn FUR’s 2021

Grundgevingin fyri at lata heiðursløn FURs 2021 til Fríðbjørg Joensen Poulsen

Fríðbjørg hevur gjørt eitt megnar sjálvboðið arbeiði við føroyska dansin fyri børn í Sumba. Fríðbjørg er eldhugað og ótroyttilig og elskar føroyska dansin og er enn hvørt fríggjakvøld gjøgnum dansiveturin og kvøður við børnunum, lærir tey dansispøl og gevur børnunum av síni hollu vitan um dansin.

Í røðu sínari í sambandi við heiðurslønina greiddi Fríðbjørg frá, at Steinbjørn B. Jacobsen sáli, rithøvundur, yrkjari og lærari, plagdi at siga: “kasta breyðið á vatnið, tey eta tað einaferð”. Tað er ikki altíð, ein sær úrslitið beinanvegin, men tað kemur.

Orsøkin til, at Fríðbjørg er so eldhugað at menna føroyska dansin fyri børn, er, at hon sær føroyska dansin og kvæðini sum nakað serføroyskt. At dansa føroyskan dans gevur bæði vitan um miðevropeiska søgu, um lívið í Føroyum fyrr, og tað gevur rørslu og samveru. Nógv drama er í dansinum, mann livir seg inn í søguna saman. At enda staðfestir Fríðbjørg, at føroyski dansurin blómar í dag í Føroyum.

Facebook viðmerkingar