”Hví leita tit eftir hinum livandi millum hini deyðu! Jesus er ikki her, Jesus er uppstaðin.» Lukas 24,5-6
Eins og undanfarin ár, hátíðarhalda vit í Frelsunarherinum páskini. Páskini eru grundarlagið fyri tí Kristni trúnni, har vit minnast at Jesus doyði fyri okkum menniskju og triðja dagin stóð uppaftur frá deyðum og harvið vunnið sigur yvir deyðanum. Soleiðis at ein og hvør í trýr á Hann skal liva, um hann so doyr. Tað meta vit í Frelsunarherinum eru sonn gleðiboð til okkum øll og tískil er páskadagur, ein veruligur høgtíðsdagur fyri okkum.
Tískil er skráin henda
Páskamorgun kl 09.30 ”Páskafrøði”, vit eta morgunmat saman og hátíðarhalda at Jesus er uppstaðin!
kl 11.00 Páskamøti, við sangi og vitnisburðið
kl 14.00 Orðið á borðið syngur á trappuni, uttanfyri Frelsunarherin (um viðrar stroyma vit og tilber at síggja tað við at fara inn á Facebook vangan hjá Frelsunarherinum í Vági)!
Øll eru hjartaliga vælkomin!
Frelsunarherurin ynskir øllum einar Gleðiligar Páskir.
Facebook viðmerkingar