
Dugir tú væl at leiða tøkniligar verkætlanir og brennur tú fyri at arbeiða við tøkniligari menning, so kann tað vera tær, vit leita eftir.
Vit leita eftir einum KT-verkætlanarleiðara til KT- og Menningardeildina í Betri Banka. Á deildini starvast, umframt uttanhýsis forritarar, 13 fólk. Deildin er skipað við fýra toymum: KT-supporttoymið, Bankatoymið, Menningartoymið og Verkætlanartoymið. Sum KT-verkætlanarleiðari verður tú partur av Verkætlanartoyminum, har innanhýsis og kundavendar skipanir og integratión millum skipanir verða mentar. Betri Banki rekur sítt KT-undirstøðukervi við m.a. SDC og Elektron, men hevur seinnu árini eisini ment egnar KT-skipanir til innanhýsis nýtslu.
Starvið
Vit arbeiða á einum tíðarhóskandi undirstøðukervi og við nýggjari tøkni. Í kravfesting og í samskifti við projektluttakarar, stýrisbólk og áhugabólkar brúka vit prototypur fyri at tryggja røttu veiting og góðsku. Vit brúka Prince2 sum projektmyndil og Jira og Confluence at stýra projektum og uppgávum.
Uppgávur
Sum KT-verkætlanarleiðari ert tú í tøttum samstarvi við KT- og Menningarleiðaran og onnur viðkomandi starvsfólk í bankanum. Uppgávurnar fevna um alt frá hugskoti til íverksetan av verkætlanini í fyritøkuni. Tú fært ábyrgd av:
- at leiða tekniskar verkætlanir
- at vera samskipari millum fyritøkuna og teknisku mennararnar
- at samskifta við stýrisbólkin
- framløgum, har dentur verður lagdur at bera fram torskilt evni á einfaldan hátt
- at arbeiða við prototypum
- at tryggja framdrátt í verkætlanum
- fíggjarstýring av verkætlanum
Førleikakrøv
Tú hevur holla tekniska KT-vitan, vitan innan KT og menning, umframt drúgvar royndir við verkætlanarleiðslu. Harafturat hevur tú eitt gott yvirlit, ert væl skipað/ur og hevur ein semjusøkjandi atburð. Vit ímynda okkum, at tú:
- hevur viðkomandi hægri útbúgving innan KT
- dugir væl at samskifta og samstarva
- dugir væl at greiða frá torskildum evnum á einfaldan hátt
- megnar at greina tørvin hjá fyritøkuni og umseta hann til tøkniligar samanhangir
- hevur royndir við at arbeiða við SCRUM og amboðum sum Jira, Confluence, PowerPoint, Adobe XD ella líknandi amboðum til prototypur
Løn og setanarviðurskifti
Starvsstaðurin er Yviri við Strond í Havn. Løn og onnur setanarviðurskifti verða ásett eftir nærri avtalu.
Umsókn
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sóleyð Hofgaard, KT- og Menningarleiðara á tlf. 548370 / smh@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara á tlf. 348224 / bw@betri.fo
Skrivligar umsóknir við lívsrensli og avrit av øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til starv@betri.fo í seinasta lagi tann 29. apríl 2021.
Facebook viðmerkingar