14 ára gamla Marin Elisabet Poulsen føroyameistari í kvinnudeildini

FM-finalurnar í borðtennis vórðu í dag spældar á stóra Kontrast FM-finaludegnum, sum varð hildin í høllini á Hálsi í Havn saman við badminton og judo.

Í kvinnudeildini var tað tann bara 14 ára gamla Marin Elisabet Poulsen, sum gjørdist føroyameistari við 3-1-sigri á Britt Michelsen. Tær eru báðar úr TBF, og hetta var fyrstu ferð, at tær vóru í FM-finaluni.

Hjá monnunum er Fróði F. Jensen tryggur á trónuni. Hann vann í ár sítt fimta føroyameistaraheitið, hesaferð við 4-1-sigri á Pæturi Albinus í finaluni.

Meistaradeild kvinnur – einmansleikur

1. Marin Elisabet Poulsen (TBF)

2. Britt Michelsen (TBF)

3. Anja Wongwai (TBF)

3. Sólja H. Djurhuus (Tór)

Meistaradeild menn – tvímansleikur

1. Peter H. Niclasen (Tór) / Pætur Albinus (Tór)

2. Fróði F. Jensen (Tór) / Sveinur M. Nolsøe (Tór)

3. Ári F. Jensen (Tór) / Heri Lava Láadal (Tór)

3. Vagnur K. Nolsøe (TBF) / Kai Roest (TBF)

Meistaradeild kvinnur – tvímansleikur

1. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Elinborg C. Mortensen (TBF)

2. Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF)

3. Sólja H. Djurhuus (Tór) / Hanna F. Højgaard (TBF)

Blandaður tvímansleikur

1. Sveinur M. Nolsøe (Tór) / Britt Michelsen (TBF)

2. Ári F. Jensen (Tór) / Sólja H. Djurhuus (Tór)

3. Knútur Jóannesarson (Tór) / Anja Wongwai (TBF)

3. Kai Roest (TBF) / Elinborg C. Mortensen (TBF)

Facebook viðmerkingar