Fyri hvørja viku nærkast fasta sambandið um Skopunarfjørð. Sandoyartunnilin verður tilsamans 10,8 km. til longdar og nú eru borðaði umleið 7.800 metrar, so tað eru umleið 3.000 m. eftir at bora undir Skopunarfirði.
Sandoyarmegin eru nú boraðar 4,137 m. og hóast fyrsta skotið varð latið í juni í 2017, so kom ikki gongd á arbeiðið fyrr enn í juli í 2019. Streymoyarmegin, frá Gomlurætt, eru tað boraðar 3.660 m. og har varð fyrsta skotið latið av í august 2019.
Hóast onki alment dato er sett á, so bendir alt á, at Sandoyartunnilin verður skotin ígjøgnum í heyst, eina ferð í oktober mánað. Og so gongur tað helst eitt ár við at gera tunnilin heilt lidnan, soleiðis at hann kann lata upp fyri ferðslu á heysti í 2022.
Hóast tað eru eini 7 mánaðir til Sandoyartunnilin verður skotin ígjøgnum er enn ikki greitt, um hildið verður áfram at bora til Suðuroyar beinanvegin í heyst, eins og allir flokkar førdu fram til løgtingsvalið í august 2019.
Facebook viðmerkingar