Umhvørvis- og vinnumálaráðharrin loyvir Umhvørvisstovuni at seta okkara elskipan í vanda fyri síðani at senda føroyska húsarhaldinum eina stóra eykarokning fyri óskilið.
Umhvørvisstovan er farin um mark og hevur við seinasta vindútboðnum gjørt beint ímóti tí, sum SEV meinar er tekniskt og búskaparliga ráðiligt.
Sum eigarar av SEV undrast vit stórliga á framferðina hjá Umhvørvisstovuni í málinum um vindútboð við Gellingarklett, sum bæði gongur ímóti ásetingum í elveitingarlógini og vanligum viti og skili. Hetta triðja stóra vindútboðið hjá Umhvørvisstovuni í meginøkinum kemur ov tíðliga og er á skeivum staði.
Við at skúgva allan fakligan førleika til viks fyri at trýsta eitt vindútboð ígjøgnum og áleggja SEV og føroyska samfelagnum óneyðugar eykaútreiðslur, hevur Umhvørvisstovan í roynd og veru yvirtikið stýringina av SEV, sum er ogn hjá kommununum og Føroya fólki. Hetta samstundis sum elskipanin, sum SEV og kommunurnar varða av, verður sett undir trýst við m.a. vanda fyri verri elgóðsku, herundir øktum streymslitum, sum avleiðing.
Elorkuøkið hevur higartil verið stýrt eftir einum samstarvsleisti við grundarlagi í elveitingarlógini, sum kommunurnar og landsins myndugleikar vóru saman um at smíða.
Umhvørvisstovan hevur nú slept samstarvsleistinum, og gongur harumframt beint ímóti tí, sum SEV meinar er tekniskt og búskaparliga ráðiligt, við m.a. at áleggja SEV at finna higartil ókendar loysnir til eina risa avbjóðing í eini lítlari avbyrgdari elskipan. Ein avbjóðing, sum ikki er teknisk ráðilig og sum noyðir SEV til at gera stórar íløgur, sum lítil og eingin nytta fæst burturúr fyrstu mongu árini, og sum soleiðis fer at dýrka elprísin óneyðugt.
Elskipanin er alneyðugt undirstøðukervi fyri øllum virksemi í samfelagnum, og tí ber ikki til at fara fram eftir fummum.
Kommunufelagið heitir á landsstýrismannin um at bera so í bandi, at arbeiðs- og ábyrgdarbýtið í sambandi við útboð verður útint í samsvari við elveitingarlógina.
Kommunufelagið
Facebook viðmerkingar