Flaggdagshald í Fámjin

Flaggdagshald verður í Fámjin sunnudagin 25. apríl kl. 14.30

Kristin Michelsen heldur flaggrøðuna og Tvøroyrar Hornorkestur spælir.

Aftaná haldið eru øll boðin í Vesturhøll, har borðreitt verður við ymiskum drekkandi og kringlu.

Hvistan luttekur sum vant.

Skráin hjá Hvistuni:

Kl. 10.55 hittast í Bønhúsinum í Øravík
11.00 Stutt løta við 2 sálmum og teksti
11.30 Leiðin liggur til Fámjins, og kunnu luttakararnir sjálvir velja um tað verður gingi, runni, trilla ella súkkla.

Møguleiki er at skifta í bygdarhúsinum í Fámjin, eins og at brúsa er í almennu wc-unum.

Facebook viðmerkingar