Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum til at arbeiða á deildum okkara kring landið, ávikavist í Betri Banka og Betri Trygging, frá 1. september 2021.
Sum næmingur fært tú 300 vitandi starvsfelagar, og verður tú partur av einum væl samanspældum toymi av dugnaligum fólkum, sum á hvør sín hátt eru við til at gera Betri til eitt avbjóðandi og spennandi arbeiðspláss.
Útbúgving
Næmingaútbúgvingarnar eru býttar upp í ávikavist banka ella trygging, og tí er umráðandi, at tú í tíni umsókn sigur okkum, hvør tín raðfesting er. Tað vil siga: Hvar kundi tú helst hugsað tær at komið í læru?
Krøv
Umsøkjarar skulu hava lokið gymnasialt miðnám ella tilsvarandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar, eru eisini vælkomnir at søkja.
Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við at venda sær til Margrethu Rustin Heinesen (Betri Banki), tel: 348514 / mrh@betri.fo ella Rannvá Justinussen (Betri Trygging), tel. 548575 / rju@betri.fo
Send umsókn við avriti av próvskjølum á naemingur@betri.fo so hon er okkum í hendi í seinasta lagi 26. mai kl. 12.00.
Vit bjóða
Eina fjølbroytta útbúgving við góðum framtíðarmøguleikum.
Facebook viðmerkingar