Tann 14 apríl kl. 17.00 bleiv sáttmáli undirskrivaður ímillum RTS Contractors og Hvalbiar Kommunu um uppaturbygging av skipahavnini á Hamranesi, sum fór illa í brimi í februar 2020. Øll brimverjan verður gjørd av nýggjum og kostnaðurin fyri arbeiði er á góðar 10 milliónir krónur.
Sáttmálin bleiv undirskrivaður í hølinum hjá Hvalbiar Kommunu í Hvalba. Á myndini omanfyri eru Andreas Lamhauge, stjóri í RTS og Janus Thomsen borgarstjóri.
Myndir av tí nýggja profilinum sæst niðanfyri.
Facebook viðmerkingar