Fríggjadagin og leygardagin, 23. og 24. apríl, var Vágur karmur um Closed for Maintenance verkætlan. Tað var Vágs kommuna, Visit Suðuroy og Visit Faroe Islands som stóðu fyri verkætlanini.
Verkætlanin tók útgangsstøði í viðarlundini, har gøtan bleiv longd vestur í móti ánnini. Eitt portur bleiv sett í, soleiðis at fólk lættari fáa atgongd til bygdagøtuna norðan fyri Vág. Trin blivu sett við hegnini, so fólk lætt koma yvir um hesi, uttan at hegni fær skaða. Varðasteyrar blivu eisini settir niður við ánni, frá portrinum og til nærmasta varða, sum er omanfyri viðarlundina. Steyrarnir hava til endamáls at leiða fólk á røttu leið frá viðarlundini til bygdagøtuna.
Ynski við Closed for Maintenance verkætlanini var, at vágbingar og vitjandi skuldu fáa betri atgongd til bygdagøtuna fyri norðan og at geva viðarlundini eina dagføring.
Facebook viðmerkingar