Fleiri enn 1.200 næmingar meldaðir til Skúlafótbólt 2021

Í næstu viku verður fyrsta umfar í Skúlafótbólti 2021, tá 8., 9., 10. flokkar og miðnáms, háskúla- og eftirskúlaflokkar fara at kappast í Vági til stóru fótbóltskappingina Skúlafótbóltur.

Higartil hava fleiri enn 1.200 næmingar melda til kappingina, sum verður skipað í mai og juni mánað. Loyvir veðrið tí, so verður spælt úti á graslíkisvøllinum vesturi á Eiðinum, annars verður spælt á graslíkisvøllinum inni í Marghøllini.

Skúlafótbóltur verður skipaður í góðum samstarvi við BankNordik, sum er høvuðsstuðul, og við Fótbóltssamband Føroya.

Tilmeldingarfreistin til kappingina hjá 8., 9., 10. flokki og miðnáms, háskúla- og eftirskúlaflokkum er tórsdagin 29. apríl 2021 á midnátt. Tilmeldingin fer fram á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo – undir Tilmeldingarskjal.

Facebook viðmerkingar