Vágs kommuna søkir reingerðarfólk í Vágs skúla
Talan er um:
- Starv í Vágs skúla áleið 15 tímar um vikuna frá august 2021
Starvið eru tímalønt samsvarandi sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 663000.
Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 14. mai 2021 kl. 12.00.
Umsóknin skal sendast til:
VÁGS KOMMUNU
Vágsvegur 30
FO-900 VÁGUR
ella á vagur@vagur.fo
Vágs kommuna søkir eftir avloysarum í Páls Høll
Søkt verður eftir tveimum føstum avloysara at starvast í Páls Høll frá 1. juni 2021.
Starvsuppgávurnar eri m.a.
- Standa fyri trygdini í hylinum sum lívbjargari
- Reingerðini av Páls Høll
- Avgreiða kundar og ymiska sølu
- Fáast við ymisk tiltøk, ið verða fyriskipaði í Páls Høll
Sum starvsfólk í Páls Høll verður tú partur av einum toymi, ið stendur fyri trygdini, reingerð og kundarøkt.
Tygum koma at hava fastar vaktir annað hvørt vikuskiftið (leygardag og sunnudag)
Førleikar tínir
Tú skal duga væl at svimja, kunna standa lívbjargara-royndina, hava telduførleikar og duga at gera reint.
Fyrimunur er, um tú hevur lívbjargara skeið, royndir innan reingerð og/ella royndir innan arbeiði í svimjihøll.
Tú skalt eisini
- vera fyrikomandi
- duga væl at samstarva
- vísa arbeiðssemi og nærlagni
- hava hug og hegni at samskifta og at vegleiða kundum
- kunna arbeiða sjálvstøðugt
Løn og setanartreytir:
Størvini eri tímalønt eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya, lønarflokkur 2.
Umsókn:
Skal sendast til vagur@vagur.fo saman við avritum av prógvum, arbeiðsroyndum, viðmælum o.ø í seinasta lagi 7. mai 2021 klokkan 12.
Tú fært meira at vita um starvið við at venda tær til Jens Petur Brattalíð tlf 285000 ella Petry Joensen tlf 733008.
Facebook viðmerkingar