Javnaðarflokkurin fyrireikar í løtuni uppskot at leggja fyri løgtingið, sum skal tryggja øllum løntakarum á arbeiðsmarknaðin rættin til sættu frívikuna.
Herfyri kom fram, at ynskið hjá S&K-felagnum um rættin til 6. frívikuna ikki varð gingið á møti, tá samráðingar vóru millum S&K-felagið og Arbeiðsgevarafelagið. Grundgevingin hjá Arbeiðsgevarafelagnum var, at frítíð er staðfest í lóg. Hetta hóast tey nógv flestu á almenna arbeiðsmarknaðinum fyri langari tíð síðani hava vunnið sær rættin til sættu frívikuna.
– Lógarverkið skal ongantíð vera ein forðing fyri, at løntakarar kunnu samráða seg til betri treytir – og so slett ikki, tá talan er um rættindini, sum aðrir partar av arbeiðsmarknaðinum langt síðani hava vunnið sær rætt til, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum.
Tí tekur Javnaðarflokkurin nú stig til at broyta lógina um frítíð soleiðis, at allir løntakarar hava sama rætt til sættu fríviku. Endamálið við uppskotinum er at javnseta løntakarar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Ætlanin er, at broytingin kemur í gildi, tá verandi sáttmálar ganga út.
– Um ein lóg, sum løgtingið hevur samtykt, verður sædd sum ein forðing, so noyðist løgtingið at endurskoða lógina soleiðis, at allir partar av arbeiðsmarknaðinum fáa sama rættin til sættu frívikuna, sigur Aksel V. Johannesen.
Facebook viðmerkingar