Tvøroyrar Bóltfelag nýggjan venjara

Sáttmáli er nú undirskrivaður millum Tvøroyrar Bóltfelag og týska Lars Heiliger.

Lars Heiliger hevur starvast sum ungdómsvenjari í Týsklandi, eisini hevur hann royndir sum venjari í týsku 1. deild og hollendsku 2. deild.

Lars Heiliger er ikki ókendur á Tvøroyri, tí í 2014-2015 var hann venjari á vælumtókta fótbóltsskúlanum, sum TB skipar fyri á hvørjum ári.

Facebook viðmerkingar