MBM fer at framleiða mjólk við D-vitamin ískoyti

Í vikuni verður mjólk við D-vitamin ískoyti at síggja á køluhillinum um allar Føroyar. D-vitamin mjólkin verður at fáa sum lættimjólk, ið frammanundan er sera væl umtókt millum kundarnar hjá okkum.

Norðurlond eru í einari serstøðu í mun til manglandi sólarljós, tí at sólin stendur so lágt hjá okkum um veturin. Tað er neyðugt at vit fylla í okkara goymslu um summarið, men í føroyum fáa vit ikki eins nógv sólarljós á húðina í summartíðini. Tíbetur eru ráð fyri hvussu vit í føroyum kunnu upptaka D-vitaminina uttan nógv sólarljós. Pál Weihe, professari í fólkaheilsu sigur, at føroyingar kunnu leggja seg eftir at fáa ískoytið ígjøgnum feitan mat, eitt nú úr feitum fiski. Hann vísir á, at mjólk við D-vitamin er eitt gott ískoyti hjá teimum, sum mangla týdningarmiklu vitaminina í kroppinum.

Tað er millum annað út frá heilsufakligu áheitanini, at MBM hevur valt at seta lættimjólk við D-vitamin ískoyti í framleiðslu. Eitt glas við umleið 2 dl av D-vitamin mjólk svarar til 20 % av D-vitaminnøgdini, sum tilráðingin mælir okkum til at fáa dagliga. D-vitamin mjólkin verður seld í litur pakkum, og prísurin kemur at vera tann sami sum á vanligu lættimjólkini.

Facebook viðmerkingar