Í kvøld, týsdagin 11. Mai, klokkan 18.00 stroymir Miðlatún fyrilestur frá Aarhus Universitet. Fyrilesturin snúgvir seg um serstaku sansirnir, sum vit menniskju eru fødd við.
Hettar er fyrsti av tveimum fyrilestrum, sum Miðlatún stroymir frá Aarhus Universitet fram til summarferiuna. Ætlanin við ársbyrjan var, at Miðlatún skuldi stroyma fleiri fyrilestrar, men koronafarsóttin hevur gjørt sítt til, at allir hesir fyrilestrar eru blivnir avlýstir.
Fyrilesturin Serstakir sansir verður, sum áður skriva, stroymdur klokkan 18.00 í Miðlatúni og komandi týsdag, 18. mai, verður næsti fyrilesturin stroymdur. Hesin seinri fyrilesturin snýr seg um valdsmiklar smáverur, sum tæna okkum menniskjum.
”
Facebook viðmerkingar