Læknafelag Føroya mælir Føroya fólki til at lata seg koppseta móti COVID-19

Koppsetingarnar móti COVID-19 eru eitt týdningarmikið vápn ímóti koronafarsóttini, og Læknafelag Føroya mælir Føroya fólki til at lata seg koppseta móti COVID-19, um tey tola at verða koppsett.

Í Føroyum verður koppsetingin Comirnaty, frá Pfizer/BioNTech, nýtt. Hendan koppsetingin er bæði trygg og serstakliga effektiv.

Tað er væl kent, at allur heiligvágur kann hava hjáárin. Hetta er eisini galdandi fyri COVID-19 koppsetingarnar, hóast at hjáárinini til hesar koppsetingar hava verið fá. Tað eru koppsett omanfyri 100 milliónir í verðini við Pfizer/BioNTech, uttan at tað enn eru staðfest álvarslig óvæntaði hjáárin.

Tá vit hyggja útum landoddarnar, síggja vit at COVID-19 støðan enn er hættislig í fleiri støðum í heiminum. Vit kunnu tíverri ikki taka fyri givið, at vit í Føroyum ikki aftur verða rakt av hesum virusinum, og tí eiga vit at royna at verja okkum sum best ímóti tí. Tann besta verjan vit hava er, umframt at steðga smittunispjaðing, at fólk lata seg koppseta.

Koppsetingarnar hava víst seg at vera tryggar, men eisini effektivar, bæði at forða fyri smittu ímillum fólk, og í uppaftur størri mun at verja ímóti álvarsligari sjúku og deyða av COVID-19.

Vit vilja tí frá Læknafelag Føroya mæla teimum sum tola tað at lata seg koppseta.

Facebook viðmerkingar