Leys størv at søkja í Vágs Skúla

2 lærarar í føstum starvi og 3 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi

Hesi størvini eru fyri komandi skúlaár 2021/2022.

• 2 føst lærarastørv.

• 1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi.

• 2 tíðaravmarkað lærarastørv vegna lækkað tímatal og avlopstímar.

Eitt av hesum tíðaravmarkaðu størvum fær endaliga ásett tímatal 1. okt. 2021.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær serundirvísing, alisfrøði,náttúra og tøkni, danskt og enskt. Harafturat tørvar skúlanum lærarar, ið kunnu undirvísa dreingjum í ítrótti/svimjing.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

duga væl at samstarva og samskifta
vilja menna seg sjálvan og skúlan
sýna  næmingum og undirvísing eldhuga
vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin

Førleikakrøv:

Læraraútbúgving og linjulestur ella samsvarandi førleika í nevndu undirvísingarpørtum og lærugreinum.

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:

Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 4. juni  2021  kl. 12.00

Nærri kunning um størvini fæst við at ringja ella senda teldupost til

John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo

Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo

Facebook viðmerkingar