Álopini á Føroya Heilsuskúla hava verið mong seinastu árini.
Tíbetur eru øll álopini víst aftur og bard niður. Eisini hevur landstýrismaðurin burturvíst øllum og staðið stinnur saman um Føroya Heilsuskúlan í Suðuroynni.
Hesi álop eru so ofta sett fram, at tað mest av øllum minnir um eina skøvaða plátu. Tað er bæði troyttandi og tyngjandi fyri starvsfólk, næmingar, suðuroyingar og øllum teimum, ið kundu hugsað sær at nomið sær hesa frálíku útbúgving.
Men Gud hjálpi mær nú byrjar eisini okkara egni Heðin Mortensen at leggjast eftir Føroya Heilsuskúla! Tað høvdu vit ikki sæð koma! Eitt snarálop av teimum minni vakru.
Lesarabrævið er pakkað inn í føgur orð og hugsanir, men veruliga ætlanin er enn ein roynd at avtaka Føroya Heilsuskúla og seta á stovn ein nýggjan í Tórshavn!
Foreldur í Tórshavnar kommunu rópa neyðarróp, um vánaligu, ótryggu og skiftandi umstøðurnar í barnaansingini. Er hetta álopið, ein roynd at flyta fokus frá tykkara egnu barnaansing til eldraøkið? Brúkið heldur orkuna uppá tykkara egnu trupulleikar, áðrenn tit leggja eftir og niðurgera Føroya Heilsuskúla.
Tit vita fullvæl, at tað er ikki pláss fyri fleiri heilsuskúlum í Føroyum.
Løgið er tað, at summi framstandandi fólk ikki geva sær far um, at Føroya Heilsuskúli er kanska besti skúlin av sínum slag í norðurlondum. Ein sólskinssøga í føroyskum skúlahøpi!
Tað vil taka 10-tals ár at menna ein líknandi skúla, sum núverandi Heilsuskúla í Suðuroynni.
Arbeiðið heldur fyri at útbyggja verandi tilboð á Føroya Heilsuskúla. Loyvið skúlanum at taka fleiri næmingar inn – ein flokk aftur at um árið – og haldið uppat við niðurgerandi álopunum á skúlan.
Lat okkum øll standa saman um Føroya Heilsuskúla. Tað vil verða til gagns fyri bæði eldrarøktina og eldraøkið í Føroyum.
Bjarni Hammer
Facebook viðmerkingar