Týsdagin klokkan 11.00 fara næmingar í Vágs skúla at syngja nakrar sangir uttanfyri Miðlatún.
Næmingar í Vágs skúla geva í hesum døgum út tónleikaútgávu. Talan er um tónleik, ið kemur út á fløgu og talgilt á Spotify, og útgávudagur er 2. Juni 2021.
Tí er konsertin í Miðlatúni týsdagin 1. Juni eitt slag av undan-frumframførslu. Mikudagin, útgávudagin, framføra næmingarnir uttanfyri Tutl handilin í Havn kl.15.00.
Á konsertini í morgin kl. 11.00 framføra næmingarnir løg av útgávuni. Útgávan verður at fáa til keyps á Torginum í Vági 2. Juni og annars í Tutl í Havn, og talgilt á Spotify.
Eitt sjónbandalag er eisini gjørt og tað er at finna á youtube.
Facebook viðmerkingar