Hevur tú áhuga fyri vinnulívi og búskap?

Vit hava enn nøkur tøk pláss eftir á 2-ára Búskaparbreyt á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Búskaparbreyt er ein miðnámsútbúgving, ið gevur tær møguleika til víðari lestur á hægri nám.

Tú skal hava lokið FHS prógv, um tú vil søkja inn á 2-ára búskaparbreyt. Um tú ikki hevur FHS, er tað enn møguligt at søkja inn á FHS á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.

Ring á tlf. 614201 ella send okkum teldupost á mis@skulin.fo fyri at frætta meira.

Facebook viðmerkingar