Økisleiðari til suðurøkið

Landsverk søkir eftir einum hollum leiðara at standa fyri virkseminum hjá stovninum í Suðuroy

Virksemið hjá Landsverki í Suðuroy fevnir um framleiðslu av gróti og skervi í brotinum í Porkeri, viðlíkahald av landsvegum, tunlum og havnum og dagligar umvælingar av maskinum og øðrum amboðum, ið hoyra við til rakstur av grótbrotinum og landsvegahaldinum.

Økisleiðarin hevur ábyrgdina av at mynda arbeiðið í Suðuroynni og at syrgja fyri, at starvsfólk og tilfeingið verða gagnnýtt á haldgóðan hátt, umframt at syrgja fyri haldførari umsiting og tænastum í Suðuroy. Umframt økisleiðaran eru 11 starvsfólk í Suðuroy.

Arbeiðsuppgávur
Økisleiðarin hevur ábyrgdina av at leggja arbeiðið til rættis og hava eftirlit við virkseminum í Suðuroy, herundir eisini vetrarhaldinum. Arbeiðið verður fyrisitið í dagligum samskifti við hinar økisleiðararnar, verkleiðaran og leiðaran á verkstøðunum á Virkisdeildini á stovninum. Høvuðsuppgávurnar eru annars hesar:– Starvsfólkaábyrgd
– Samskipan av vegumsiting, smiðju og grótbrotinum í Porkeri .
– Viðlíkahaldsarbeiði og vetrarhald.
– Umsiting og umsjón við infrakervinum í suðurøkinum.
– Standa á odda fyri fyrisitingarliga arbeiðinum á skrivstovuni í Øravík.

Førleikar og væntanir

Vit vænta, at tú ert handverkari við einum tekniskum yvirbygningi ella við onkrari líknandi bakgrund. Viðkomandi royndir kunnu hava týdning. Vit leggja dent á góðar telduførleikar, koyrikort er ein treyt, og viðkomandi leiðsluroyndir eru ein fyrimunur, men ikki ein treyt. Vit leita eftir umsøkjarum, sum duga væl at samskifta, samstarva og hava eitt opið og tænastusinnað lyndi. Tað skal ganga skjótt til tíðir, og røttu avgerðirnar skulu takast til røttu tíð, og tí leggja vit dent á framsókn, leiðslu og eginleikan at fáa góð úrslit. Vit veita skipaða førleikamenning sum ein part av starvinum.

Setanarviðurskifti
Talan er um fast fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag, ið hevur samráðingarrætt fyri starvið. Setanarøkið er Landsverk, og tænastustaðurin í løtuni er í skrivstovubygninginum í Øravík. Starvsfólk mugu tola broytingar og umskipanir í starvinum.

Umsókn
Umsókn við prógvum og lívsrensli skal sendast okkum við at trýsta á “Send umsókn” ovast á hesi síðuni: Økisleiðari til suðurøkið (landsverk.fo)

Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. juni 2021.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Boða Haraldson, deildarleiðara á telefon 290 841 ella á boha@lv.fo.

Landsverk byggir land 
Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum, ið hevur um hendi vega-, havna- og byggiharrauppgávur. Í løtuni verður serliga arbeitt við at skipa ein effektivari bygnað og ala fram ein hugburð og atburð, sum ger Landsverk til ein sterkari og meiri skikkaðan byggiharra og umsitara av landsins ognum og okkara felags samferðslukervi. 
 
Játtanin til rakstur og íløgur í 2021 er 515,7 mió., og á stovninum starvast í løtuni uml. 150 ársverk.

Facebook viðmerkingar