Undirritaðu 31 fakfeløg vísa Føroya Pedagogfelag sín treytaleysa stuðul og krevja at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið taka ábyrgd og fara aftur til samráðingarborðið og loysa sáttmálatrætuna.
Føroya Pedagogfelag og fakfeløgini øll hoyra í miðlunum, at almenni arbeiðsgevarin ynskir samráðingar, men er veruliga ynski um tað, so er at vísa tað í verki.
Megnar Lønardeildin ikki at samráðast vegna fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, so mugu landsstýriskvinnan og forkvinnan í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum taka um endan og loysa málið. Tað, sum higartil er komið fram umvegis almenn úttalilsir, fremur ikki málið, og nú mugu tey, sum standa við ábyrgd, taka um endan.
Fakfeløgini átala harðliga, at Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið brúka ivasamar skuldsetingar og áhaldandi brúka miðlar, gerðarrættin og onnur óviðkomandi amboð ístaðin fyri at samráðast og loysa málið.
Lønardeildin og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er almenni og kommunali samráðingarparturin og eru sett at tæna okkum løntakarum, og sum vit øll rinda fyri. Tí má minsta kravið vera grundleggjandi virðing og at farið verður siðiliga fram. Framferðarhátturin leingir bara ósemjuna og ger tað trupult at skula samstarva framyvir, tí álitið verður so grundleggjandi skeiklað.
Við fakfelagskvøðu,
Ergoterapeutfelagið
Fysioterapeutfelag Føroya
Starvsmannafelagið
Bioanalytikarafelagið
Føroya Fiskimannafelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðarafelag
Yrkisfelagið Miðnám
Maskinmeistarafelagið
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Ljósmøðrafelag Føroya
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Akademikarafelag Føroya
Kost- og Føðslufelagið
Búskapar & Løgfrøðingarfelag Føroya
Yrkisfelag teirra, ið starvast í tryggingar- fíggjar- kt og líknandi fyritøkum
Heilsuhjálparafelag Føroya
Heilsurøktarafelagið
Føroya Lærarafelag
S&K
Føroya Handverkarafelag
Arkitektafelagið
Føroya Verkfrøðingafelag
Samtak
Magistarafelag Føroya
Føroya Byggifrøðingafelag
Farmakonomfelagið
Føroya Tekniska Lærarafelag
Facebook viðmerkingar