Miðnámsskúlin í Suðuroy fer komandi heyst at bjóða út serliga skipað miðnám, eisini kallað serbreyt. Ein serbreyt er eitt serliga skipað skúlatilboð til næmingar, ið ikki eru førir fyri at fylgja vanligari miðnámsundirvísing. Tilboðið er ætlað til ung eftir fólkaskúlan og upp til 25 ára aldur. Undirvísingin er skipað sum fýra ára skúlagongd við styttri skúladegi, har eitt starvsfólkatoymi við serkunnleika fer at undirvísa og stuðla næmingunum.
Skúlin er farin í gongd við eina tilgongd at seta lærarar til serbreytina, og ætlanin er, at næmingar kunnu søkja inn á breytina fyrst í august. Miðað verður ímóti, at skúlagongdin kann byrja í seinnu helvt av september.
Miðnámsskúlin í Suðuroy
Facebook viðmerkingar