Tann árligi sjónleikurin við tí sonevnda “ríkisfundinum” varð leiktur í dag. Endamálið er sum vanligt at rura føroyingar í blund, sleppa okkara stoltleika og rættindum. Og støðugt at billa Føroya fólki inn, at vit sum land og fólk eru undir valdinum hjá Danmark, hóast vit ongantíð hava samtykt tað.
Leikritið er sum altíð, at danska stjórnin kann standa sum ein móðir og siga, at hon hevur lurtað eftir ymsum ynskjum frá sínum “børnum” – Føroyum og Grønlandi.
Men hon minnir á, at tað eru reglurnar, sum Danmark hevur sett, ið galda í hennara húsi.
Á familjumyndini skulu so vanliga løgmaður og grønlendski Naalakkersuisoq standa pyntaðir, væl greiddir og helst í stuttum buksum og matrósklæðum og smíla pent, meðan móðirin klappar teimum á høvdið.
Og ongin spælir hendan undirbrotliga leiklutin so væl sum núverandi løgmaður. Og enntá hevði hann eisini Jenis og Jørgin við sær í dag, sum duga næstan líka væl at smíla og níga enn djypri fyri tí uppfunna danska valdinum.
Men hesaferð gjørdist familjumyndin upp aftur meira snedig og pínlig.
Tí nýggja grønlendska stjórnin ætlar ikki bara at ganga runt í stuttum buksum og smíla pent í hesum sjónleiki.
Muté B. Egede og Pele Broberg hava greitt boðað frá, at grønlendska fólkið vil gerast sjálvstøðug tjóð. Og at tey vilja sjálv taka avgerðirnar í Arktis og ikki bara lata Danmark pakka teirra egna land inn í undarligar pakkar – og so látast at geva grønlendingum nakað, sum tey sjálv eiga.
Og hvat ger Danmark? Jú tey royna at kyrra grønlendska fullveldishugin og siga, at nú skal Grønland skriva undir avtalur í Arktis vegna Danmark og Føroyar!
Hetta er sjálvsagt mest súmbolskt, tí Danmark ræðist grønlendska sjálvræðishugin! Men kortini fáa tey flutt okkurt.
Føroyar liggja í Arktis og eru portrið til Arktis. Vit skulu sjálv undirskriva og gera okkara egnu avtalur. Hvørki Danmark ella Grønland kunnu ella skulu gera tað vegna føroyska tjóðina. Tað er burturvið.
Hetta er ikki fyri at harta grønlendska landsstýrið. Hattin av fyri teimum, at tey ikki bara spæla við í sjónleikinum, men krevja sín rætt.
Verri er við okkara landsstýri – ella danstýri, sum onkur tók til.
Okkara stjórnarumboð standa nú væl greidd í Danmark, í stuttum buksum og við eini sleikisneis í hondini. Meðan grønlendsku umboðini um ikki annað krevja at lána bilin frá Danmark nakrar ferðir um árið.
Hvør umboðar Føroyar og Føroya fólk?
Ongin. Jú, sambært løgmanni, Danmark og Grønland!
Men hvat kundu vit væntað, tá Føroya løgmaður á arktiskum fundi herfyri ikki vildi siga seg umboða Føroyar, men takkaði stórveldinum vegna “The kingdom of Denmark”.
Hann mann eisini hava umboðað Danmark í dag.
Vit mugu hava stjórnarskifti og skifta hesa ússaligheitina og undirbrotligheitina út við ábyrgd, stoltleika og verulig tjóðskaparlig mál fyri Føroyar – Ongantíð ov skjótt!
Facebook viðmerkingar