Marghollin.fo: Dagurin nærkast, har Marghøllin í Vági verður klárt til at taka í nýtslu. Í hesum døgum verður gjørt klárt til at leggja graslíkisvøll og rennibreyt.
Undirlagið undir graslíkisvøllinum og rennibreytini verður nú lagt út. Ein partur verður lagt við grúsi og ein partur við asfalti.
Tá hetta arbeiðið er liðugt, verður farið undir at leggja graslíkisvøllin á og eisini at gera rennibreytirnar. Graslíkisvøllurin verður lagdur á seinni í hesum mánaðinum og gongst sum ætlað verða fyrstu venjingarnar á graslíkisvøllinum í Marghøllini longu í januar.
Rennibreytin verður løgd fyrst í februar. Tá er arbeiðið við innibygningunum eisini komið væl áleiðis. Í innibygninginum eru skiftirúm, wc, goymslurúm, skrivstovur, undirvísingar- og fundarhølir og køkur.
Komandi vikurnar verður økið millum Marghøllina og Páls Høll eisini gjørt liðugt, soleiðis at alt økið verður innbjóðandi, tá stóri dagurin verður inni á Oyrunum í nærmastu framtíð.
Facebook viðmerkingar