Dámar tær at veita framúr kundatænastu og stórtrívist tú við at samskifta við kundar við einum smíli? So er tað møguliga tær, vit leita eftir.
Vit víðka um Kundatænastuna til eisini at fevna um móttøkuna í Sverrisgøtu í Havn, og tí leita vit eftir 3 nýggjum starvsfelagum til deildina í Sverrisgøtu.
Starvið
Sum partur av Kundatænastuni fært tú starvsfelagar, sum hava sum fremsta mál at hjálpa og vegleiða kundum á besta hátt.
Kundatænastan er røddin úteftir og okkara aðalmál er at lurta eftir kundans tørvi. Vit eru rótfest í at veita eina framúr kundatænastu og vera fyrikomandi. Vit liva fyri at veita okkara kundum eina framúr kundatænastu – hvørja ferð.
Tínar arbeiðsuppgávur verða millum annað, at:
- vera nærverandi umvegis telefon
- geva kundum eitt stórt smíl, tá teir koma inn á deildina
- hjálpa kundum við nettænastum, kortum og øðrum uppgávum
- renna skjótt, tá nógv er at gera
- koma við hugskotum til, hvussu vit kunnu gerast enn betur
Um teg
Vit vænta, at tú trívist við telefonsamskifti við kundar og at geva teimum eitt stórt smíl, tá teir koma inn á deildina.
Tað er ikki eitt krav, at tú hevur peningastovnsútbúgving, men tað er eitt krav, at tú hevur hug og hegni at hjálpa kundum so væl sum gjørligt.
Tú dugir at samskifta við kundar, soleiðis at teir ikki ivast í, hvat tú sigur ella skrivar.
Tín vangamynd
- Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan kundatænastu
- Tær dámar at veita framúr kundatænastu
- Tú ert opin og uppsøkjandi
- Tú trívist í einum umhvørvi við høgari ferð
- Tú ert vinarlig/-ur, fyrikomandi og ágrýtin
- Hevur góð innlivingarevni
Vit bjóða
- Eitt arbeiðspláss, sum gongur høgt upp í, at starvsfólkini hava tað gott
- Eitt arbeiðsumhvørvi, har tú hevur ávirkan á, hvussu vit í felag evna framtíðina
- Óformligar starvsfelagar, ið hava tað stuttligt og sum raðfesta samanhald
Send okkum eina umsókn, um hetta hevur tín áhuga.
Starvið verður sett skjótast gjørligt og lønin verður ásett sambært avtalu millum YTF og FAG.
Áhugað kunnu seta seg í samband við Boga R. Lydersen, leiðara á Kundatænastuni, á tlf. 348389 / brl@betri.fo ella Beintu Wilhelm, HR-leiðara, á tlf. 348224 / bw@betri.fo
Skrivligar umsóknir skulu sendast til starv@betri.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi 12. juli 2021.
Facebook viðmerkingar