Nú er at leita myndatólið fram – og taka vakrastu myndirnar úr Suðuroynni
Lions Club Suðuroy:
Fyri at fáa góðskuna á myndunum til Suðuroyarkalendaran 2019 á sama støðið sum undanfarin ár, hevur Lions Club Suðuroy aftur í ár tikið avgerð um, at útskriva eina myndakapping.
Nýtast skulu íalt 13 landsslagsmyndir úr Suðuroynni, svarandi til eina mynd til hvønn mánaða umframt permumynd, sum skal verða loddrøtt.
Treytinar til myndamotivið er at sýna Suðuroynna úr øllum vinklum. Ynskið er, at myndir eru úr øllum bygdinum í Suðuroynni, og at allar árstíðinar verða lýstar. T.v.s. ikki bert summarmyndir, men eisini vár- heyst- og vetrarmyndir.
Tað er av stórum týdningi, at góðskan í myndunum er góð. Góð góðska fæst við góðum myndatóli, har upploysingin er høg, tvs. at myndatólið skal hava eitt rímiligt tal av pixlum. Panoramamyndir kunna ikki nýtast.
Fyri at avmarka talið av innsendum myndum er avgjørt, at hvør luttakari í mesta lagi kann senda 10 myndir til kappingina.
Myndirnar skulu sendast Lions Club Suðuroy við telduposti til: lionssuduroy@gmail.com innan 1. mars 2018, og viðmerkjast: Lions Mynd 2019
Vinnaranir verða fráboðaðir her á heimasíðuni.
Tær útvaldu myndirnar verða virðisløntar við kr. 500,00 pr. stk.
Tilvildarlig mynd
Facebook viðmerkingar