Fróðskapur hevur givið út bókina Útlitini fyri einum málskifti. Fara vit at tosa enskt? eftir Rakul Skaale Andreasen. Hon hevur eisini gjørt permumyndina.
Bókin sum er nr. 12 í røðini Setursrit, er 116 blaðsíður, og hon kostar 220 krónur í bókabúðunum.
Rakul Skaale Andreasen er fødd í 1988 og er úr Havn. Á vári 2020 gjørdist hon MA í føroyskum máli og bókmentum. Talan er um hennara MA-ritgerð, sum vann donsku virðislønina Uddannelses- og Forskningsministeriets Specialepris om rigsfællesskabet í 2020. Hjalmar P. Petersen, professari, var vegleiðari og Edit Bugge, professari, var hjálparvegleiðari.
Í ritgerðini verður hugburðurin hjá ungum føroyingum til málini føroyskt og enskt og brigdið føroyskt-enskt kotuskifti kannaður.
Hugburðskanningar eru áhugaverdar, tí við at fáa innlit í hugburð hjá ungum føroyingum kann ein fáa ábendingar um, hvussu ein møgulig málslig framtíð sær út í Føroyum.
Endamálið við hesum hugburðskanningunum er at fáa eina mynd av, hvør støðan hjá føroyska málinum er í dag serliga í mun til enskt, men eisini í ávísan mun til danskt. Áhugavert er at vita, um okkara unga ættarlið umboðar málsligar broytingar, sum í víðgongdasta føri kunnu leiða til eitt møguligt málskifti.
Ungfólk eru vald, tí at tað ofta eru tey ungu, sum ganga á odda við málsligum broytingum og nýskapanum. Harumframt hava tey ungu ein stóran leiklut í uppalingini – eisini tí málsligu – av næsta ættarliðinum. Hesi ungu fara at virka sum málsligar fyrimyndir í síni uppaling av børnunum, og saman við teimum málsligu virðunum, sum tey hava, kunnu tey fáa stóra ávirkan á málið í framtíðini.
Facebook viðmerkingar