Nýggj løðistøð í Vági

Nú eru umstøðurnar at løða elbilin í Suðuroy enn betri, nú nýggj løðistøð er sett og klár at nýta í Vági. Løðistøðin stendur frammanfyri gomlu SEV húsini á Vágsvegi 61. Talan er um eina 22kW AC-løðistøð við møguleika at løða tveir bilar samstundis.

Løðast kann bæði umvegis elbil.fo og við brúka av RFID-chippi. Á parkeringsøkinum har løðistøðin stendur eru tveir av parkeringsbásunum avmerktir til elbilar, sum skulu løða.

Í dag eru sostatt tríggjar løðistøðir í Suðuroy, hinar standa við BankNordik bygningin og høvuðsskrivstovuna hjá Strandfaraskip Landsins á Tvøroyri.

Facebook viðmerkingar